TREYTIR

 

Bíleggingar og váttanir

Til ber at bíleggja kamar umvegis telefon, teldupost ella umvegis okkara heimasíðu www.hoteldjurhuus.fo 

Fyri at fullfíggja eina bílegging, tørvar okkum upplýsingar frá gestinum m.a. fornavn, eftirnavn, teldupost, telefonnummar og landið, sum gesturin er bústaddur í.  

Avtalaðir prísir eru galdandi fyri báðar partar. Prísirnir verða lagdir eftir núverandi skattaáseting. Vit loyva okkum at tillaga prísin í samsvar við útreiðslum av vørum og tænastum, skattahækkingum ella øðrum viðurskiftum, ið hotellið ikki hevur ræði yvir.  

Ein bílegging er bindandi, frá tá tú hevur móttikið eitt bíleggingarnummar ella eina váttan av øðrum slagi.

Fyri at bíleggja kamar á Hotel Djurhuus, skalt tú vera yvir 18. Er gistandi yngri enn 18 ár, skal tann sum hevur bókað kamarið - ella foreldur - gista á hotellinum samstundis. Um tú bókar kamar til eitt barn undir 18 ár, er ábyrgdin tín, óansæð um tú gistir saman við tí ómyndiga ella ikki.

 

Bólkabíleggingar

Ynskja tit at bóka meira enn 6 kømur í sama tíðarskeiði, eru tit vælkomin at venda tykkum til okkum á groups@hd.fo
Serligar avlýsingar- og gjaldsmannagongdir eru galdandi fyri bólkabíleggingar.

 

Gjaldstreytir

Tikið verður ímóti DKK .
Øll keyp verða avgreidd í DKK. MVG er íroknað prísinum tó ikki fyri kømur og hølir.
Vit taka ímóti teimum mest nýttu kredit og debit gjaldskortunum.

 

Non-refundable (einki afturgjald), prepayment

Bókingar skulu gjaldast, tá bílagt verður.
Prístilboð loyvir ikki broytingum.
Um bíleggingin verður avlýst, verður peningurin ikki afturgoldin.

 

Avlýsingar og No-show

Avlýsingar kunnu gerast uttan kostnað í seinasta lagið kl. 15:00 dagin fyri komu, við at senda ein teldupost til booking@hd.fo
Non-refundable (einki afturgjald) bókingar kunnu ikki broytast ella strikast.
Um kamarið kemur í No-Show verður kraft gjald fyri fyrstu náttina, og síðani strikað. 
Um avlýst verður eftir kl 15:00 vegna ringt veður, verður kraft gjald fyri fyrst náttina.

 

Avlýsingar av goldnum tiltøkum

Tað er ikki gjørligt at broyta dato ella fáa keyp av tiltøkum afturgoldið, tó kann navnabroyting gerast uttan eyka kostnað.

 

Innskriving og útskriving

Kamarið er tøkt eftir frá kl. 15:00 komudagin og til kl. 11:00 fráfaringardagin.

 

Royking

Royking er ikki loyvd inni á Hotel Djurhuus. Tó ber til at roykja á ásettum roykiøki uttandura. Verður roykipolitikkurin ikki yvirhildin, verður eitt eykagjald álagt gestinum á 2500,00 kr.
 

Ger gestur skaða á ogn hjá Hotel Djurhuus, ber gesturin ábyrgdina. Viðkomandi kann blíva kravdur kostnaðin fyri afturbøting, reingerð og útskifting av skøddu ognini.

Djór
Eingi djór eru loyvd á Hotel Djurhuus, tó eru blindrahundar vælkomnir.

 

Force majeure & avlýsingar orsaka av ringum veðri

Tilburðir, vit ikki hava ræði á - til dømis verkfall, verkbann, eldsbruni o.s.fr. sum ger tað ógjørligt at liva upp til okkara skyldu í avtaluni – loyvir okkum at siga sáttmálan úr gildið uttan ábyrgd.

Um gestur avlýsur uppihaldið minni enn 24 tímar áðrenn komu orsaka av ringum veðri s.s. kava, mjørka ella nógvum vindi, loyvir Hotel Djurhuus seg at taka pening fyri fyrstu náttina.  

 

Bílegg
her fyri bestu
prísirnar